VisualEditor/Portal/Hjálp
VisualEditor portal |
---|
General |
Um |
Hjálp til við íverksetanini |
Ein av teimum mest átrokandi tørvunum í sambandi við íverksetanini av VisualEditor, eru tær broytingar ið fara at vera kravdar á ymiskum Hjálparsíðum um verkætlanina. Tey farnu árini hava sjálvboðin upprættað innihaldssíður fyri at hjálpa nýggjum redaktørum, so hesi kundu finna út av wiki-markeringsmálinum. Tíverri hevur tann nýggi skrivipallurin tørv á nýggjum hjálparsíðum. Ein rúgva av dokumentasjón er skrivað til keldurættaran, sum nýggir brúkarar ikki longur fara at síggja sum standard.
Einhvør Wikipedia hevur tørv á at arbeiða við hesum; vit viðmæla Brúkaravegleiðingina fyri tað nýggja rættingar markamótið sum eitt gott støði at taka innihald frá. Harafturat, um so er at tín verkætlan er rættiliga gott dagførd við hjálparsíðum, so skal brúkaravegleiðingin eisini týðast til øll mál og setast inn á allar verkætlaninar. Um tú hevur málkunnleika til onkur av málunum á teimum smáu wikiunum, so verður tín hjálp ynskt sera nógv!